- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frisørar í tvístøðu
Frisørar í tvístøðu
Nakrar hárfríðkanarstovur lata nú uppaftur, meðan onnur bíða. -Vit eftirlýsa greið boð frá myndugleikunum, sigur Ann Jógvansdóttir frá Júniik
14.04.2020 - 19:25
Meðan nakrar hárfríðkanarstovur lata upp aftur í dag, eru framvegis fleiri stongdar. Kringvarpið hevur tosað við fleiri frisørar í dag, sum eru ørkymlaðar og halda, at boðini frá myndugleikunum eru ov ógreið. Fyri fleiri er tað ein spurningur um mistar inntøkur, sum fær tær at lata uppaftur. Samstundis siga fleiri, at tað tykist ikki vera væl sæð millum fólk, nú tær lata uppaftur.
Tað skapar eina trupla støðu hjá frisørum, at tær sjálvar skulu gera av, um tær lata upp ella ikki, sigur Ann Jógvansdóttir, sum eigur og rekur Júniik. Sjálv hevur hon valt at hava stongt, fyribils.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV