- Tíðindi, mentan og ítróttur
Barnaheimið: Støðan verri enn hildið
Barnaheimið: Støðan verri enn hildið
Almannaverkið ásannar nú, at støðan á Barnaheiminum er verri, enn hildið var upprunalia. Vit hava ikki lurtað nóg væl, sigur stjórin
27.02.2020 - 19:54
Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, ásannar nú, at støðan á Barnaheiminum er verri enn upprunaliga hildið.
– Vit hava ikki lurtað nóg væl, sigur hann.
Støðan á Barnaheiminum hevur verið nógv umrødd seinastu vikurnar. Orsøkin er, at nógv starvsfólk hava sagt upp á Barnaheiminum.
Ein trivnaðarkanning, sum varð gjørd í mai-juni mánaði í fjør, vísir eisini, at fleiri starvsfólk halda arbeiðsumstøðurnar eru ringar. Eitt barn hevur eisini vent sær til Barnaumboðsmannin, tí barnið kendi seg ótrygt á Barnaheiminum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV