- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri avbjóðingar við Føroyum
- Dysturin í móti Føroyum skal takast í størsta álvara.
Tá Svøríki vitjaði í Føroyum seinast, vóru Føroyar á odda 1-0, men tað eydnaðist at vinna 1-2 - millum annað við máli frá Zlatan Ibrahimovic.
Tí er Janne Andsersson, svenskur landsliðsvenjari, avgjørdur, tá hann tosar við svenskar miðlar á tíðindafundi undan dystinum í móti Føroyum hósdagin.
Hóast talan er um dyst í Føroyum, eru sviar eru favorittar. Men svenski landsliðsvenjarin heldur, at hóast svenska liðið á pappírinum er betri, so er tað ikki nøkur trygd fyri stigum kortini.
Somuleiðis minnir Janne Andersson eisini á, at á Tórsvølli verður spælt á graslíki, sum svenska landsliðið ikki hevur nógvar royndir við.
- Haraftrat kann bæði regn og vindur seta sín dám á dystin, sigur Janne Anderson, sum eisini heldur tað vera eina avbjóðing bara at lenda í Føroyum, um veðrið ikki er til vildar.
- Hetta er munandi øðrvísi enn Santiago Bernabeau, sum vit spældu á í juni. Men leikararnir skulu savna seg um uppgávuna á sama hátt nú sum tá, sigur hann.