- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáir fiskidagar eftir
Fáir fiskidagar eftir
Møguliga fer útróðrarflotin at liggja, áðrenn fiskiárið er liðugt
16.07.2019 - 19:16
Stórur møguleiki er fyri, at útróðrarflotin fer at liggja, áðrenn fiskiárið er liðugt. Nógvir bátar eru um boðið at sleppa til útróðrar, tí fiskidagarnir eru um at vera brúktir.
Landsstýrismaðurin arbeiðir við eini loysn.
Fiskivinnuráðið tekur ikki undir við broytinginum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni. Tað sæst í frásøgnini frá fundinum ídag.
Fiskivinnuráðið mælir til, at fortreytirnar ikki verða broyttar í tíð og ótíð.
Høgni Hoydal sigur, at Fiskimálaráðið nú fer at viðgera tilmælið frá Fiskivinnuráðnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV