Rigmor og Sarah vunnu bronsu fyri lið

bannari
Rigmor og Sarah vunnu bronsu fyri lið
Hálvmaraton varð runnið fyrrapartin á Oyggjaleikunum, og Rigmor Napoleonsdóttir Arge og Sarah Vallin vunnu bronsu fyri lið
12.07.2019 - 13:19

Tað var samdrigið og slavin luft, tá rennararnir fóru avstað av Victoria Stadion í Gibraltar fyrrapartin, men tað gekk bert ein hálvur tími, so vísti sólin sítt andlit og við henni kom náðileysi hitin eisini. 

Men hitin nervaði ikki Rigmor N. Arge og Sarah Vallin serliga nógv, tí báðar gjøgnumførdu hálva maratonið og vunnu Føroyar bronsuheiðursmerkið fyri lið. 

Har var dramatikkur á stadion, tá rennararnir nærkaðust endanum, tí fleiri úr øðrum oyggjum enn Føroyum smullu um. Millum annað ein úr Guernsey, sum av tí sama ikki kom á mál, og tað hevði so við sær, at Føroyar komu fram um Guernsey í liðkappingini. 

- Tað eru altíð blandaðar kenslur, tá slíkt hendir, men vit mugu kunna fegnast um okkara bronsuheiðursmerkið, sigur Guttorm Sørensen. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017