Systrarnar taptu í hálvfinaluni

bannari
Systrarnar taptu í hálvfinaluni
Systrarnar Rakul og Anna Mikkjalsdóttir av Tvøroyri rukku ikki finaluni í tvímansleiki
12.07.2019 - 11:39

Rakul og Anna Mikkjalsdóttir taptu 3-0 fyri Gotlandi í hálvfinaluni í tvímansleiki.

Tær komu illa frá byrjan og taptu fyrsta settið 11-3. Í øðrum setti komu tær sterkt aftur, men megnaðu ikki at avgera til egnan fyrimun.

So vóru tær trýstar at vinna triðja sett, men søgan endurtók seg. Tær høvdu settbóltar, men Evalina Carlsson og Elin Schwartz vunnu settið 13-11, og tryggjaði sær finaluplássið.

Føroysku spælararnir iðraðu seg um tapið, men fegnaðust um bronsuna, ið ongin frammanundan hevði roknað við.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017