Føroyar aftur gull í judo

bannari
Føroyar aftur gull í judo
Aftur í dag gjørdist tað til gull í judo. Hesa ferð í liðkappingini hjá monnum
11.07.2019 - 14:38

Føroyar gjørdu bart í liðkappingini í judo, sum liðið vann sera sannførandi.

Í finaluni var mótstøðuliðið Saaremaa, og føroyska liðið var stórfavorittur. Tað heitið livdi liðið eisini upp til í stórum stíli.

Bárður Lenvig var fyrstur á mottuni, og hann gjørdi skjótt av og tryggjaði Føroyum eitt gott útgangsstøði.

Síðan skuldi Jógvan Páll Kristiansen royna seg, men eftirsum Saaremaa bert hevði fýra mans á liðnum, vann føroyingurin uttan dyst.

Spælt var upp í trý, so Búgvi Poulsen fekk møguleikan at avgera alt. Tað eydnaðist eisini hjá veteraninum, sum vann lætt á mótstøðumanninum.

Sigurin merkti, at Sigmund Johansen og Edvard Johannesen ikki sluppu í dyst finaluni, men gullheiðursmerki er helst ein góð troyst.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017