Ónøgdir við egið avrik

bannari
Ónøgdir við egið avrik
Pætur Marjunarson Dahl og Jón Brekku iðra seg um tap fyri Ynis Mon í tvímansleiki fyrrapartin
10.07.2019 - 12:05

Føroysku tennisspælararnir eru í sokallaðari B-kapping nú, og í morgun spældu Pætur M. Dahl og Jón Brekku fyrsta dystin í tvímansleikinum móti Ynis Mon.

Dysturin endaði 2-0 til Ynis Mon, og tað eru føroyingarnir als ikki nøgdir við. Teir ásanna, at ein orsøk er, at tað er langt millum veruligar kappingar í føroyskum tennis.

Vit spæla sjáldan kappingar, og tað sæst aftur, tá vit skulu spæla dystir á til dømis Oyggjaleikunum, sigur Jón Brekku, sum er annar spælarin í tvímansleikinum.

– Tað er næstan sum byrja av nýggjum, hvørjaferð vit byrja upp á dystirnar í Oyggjaleikunum, tí okkum vantar kappingarvenjing, leggur Pætur M. Dahl afturat.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017