- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tunnilin skal ikki upp á Skúvoynni
Tunnilin skal ikki upp á Skúvoynni
Suðuroyartunnilin skal ikki upp á Skúvoynni, heldur arbeiðsbólkur, ið hevur givið landsstýrismanninum eitt tilmæli.
14.06.2019 - 19:28
Meir um tað sama. Suðuroyartunnilin er somikið langur, at serliga trygdarátøk skulu gerast. Arbeiðsbólkurin mælir eisini til, at ein váðameting verður gjørd tíðliga í tilgongdini fyri neyvari at áseta hvørji tiltøk skulu gerast. Fyrr hevur verið nevnt, at tað kundi verið ein møguleiki at koyrt tunnilin upp í Skúgvi, fyri at bilar kunnu sleppa skjótari út, men tað er ikki í tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV