- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mamma rópar varskó: Sálarsjúk slept út á gøtuna
Hóast politisk lyfti, so eru framvegis eingir pengar settir av til at lofta teimum tíggju ungfólkunum, sum stríðast við umfatandi sálarligar, sosialar og rúsevnistrupulleikar.
- Landið hevur svikið tey allarveikastu í samfelagnum.
Tað sigur mamman at einum ungum við sálarsjúku, sum gongur heimleysur í Havn, tí eingin vil hýsa honum.
Mamman ynskir at verða dulnevnd, og tí hava vit broytt røddina.
Landsstýrisvkvinnan funnið fígging
Landsstýriskvinnan í almannamálum sigur í skrivligari viðmerking, at hóast tað ikki eydnaðist at fáa játtan til verkætlanina á fíggjarlógini, so hevur hon kortini sett stýrisbólkin, sum í dag velur toymið, ið skal lofta teimum ungu.
Helvtin av fíggingini er komin við at umraðfesta innan verandi játtan.
Arbeitt verður eisini í løtuni av øllum alvi at finna eini hóskandi hús til tey, ið mangla bústað, sigur Eyðgunn Samuelsen millum annað í viðmerking.