- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vunnu við frísparksperlu
Vunnu við frísparksperlu
EB/Streymur/Skála er steypavinnari annað árið á rað. Margunn Lindholm skeyt eitt framúrskarandi fríspark beinleiðis í mál
26.08.2018 - 21:41
Steypafinalan hjá kvinnum millum EB/Streym/Skála og HB var ein javnur og spennandi dystur, hóast HB spældi við 11 móti 10. Silja Johannesen fekk reytt kort, tí hon bjargaði við hondini, tá góður hálvur tími var farin av dystinum.
Hóast HB trýsti nógv, var tað Margunn Lindholm, sum avgjørdi dystin við eini perlu av einum frísparki, tá um 70 minuttir vóru spældir.
EB/Streymur/Skála vann steypafinaluna 2-1.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV