- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heyggjurin við Borðoyarvík átti at verið friðaður
Heyggjurin við Borðoyarvík átti at verið friðaður
Heyggjurin við Borðoyarvík er av so jarðfrøðiligum týdningi, at hann átti at verið friðaður, heldur Lis Mortensen, jarðfrøðingur á Jarðfeingi.
30.10.2017 - 21:22
Tað er neyvan av tilvild, at malargrót er funnið seks metrar undir jørð við svimjihøllina í Klaksvík.
Tí 200 metrar har frá liggur heyggjurin við Borðoyarvík, sum vísir, hvussu sjóvarmálin lá í ístíðini.
Heyggjurin er so serligur, at hann átti at verið friðaður, heldur Lis Mortensen, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, sum eisini ætlar at hyggja nærri at malargrótinum, sum er funnið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV