Sverri Nielsen í HM-hálvfinalu

Sverri Nielsen í HM-hálvfinalu
Sverri Nielsen hevur góðar vónir um at rógva seg í finaluna í heimsmeistarakappingini
28.09.2017 - 16:59

Sverri  Sandberg Nielsen úr Miðvági hevur róð seg í hálvfinaluna í heimsmeistarakappingini fyri single scullarar, sum verður hildin í USA.

Í gjár var fjórðingsfinalu-umfarið á skránni, og har eydnaðist tað Sverra at blíva nummar trý, sum var minsta kravið fyri at koma víðari.

Kappingin er sera hørð, tí Sverri var bara 60 hundraðpartar frammanfyri hvítarussaran, Stanislau Shcharbachenia og samtundis var miðvingurin bara eitt sekund aftanfyri fremsta bátin.

Sverri Sandberg Nielsen rør hálvfinaluumfarið fríggjadagin klokkan 15.55

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805