Fara víðari við málinum

Fara víðari við málinum
Kommunulæknin, sum í dag varð dømdur í Føroya Rætti, kærir máli, sigur verjin.
16.02.2017 - 19:38

Klokkan 13 í dag feldi Føroya Rættur dóm í drúgva sakarmálinum móti einum kommunulækna, fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á nakrar kvinnur.

Føroya rættur dømdi hann eitt ár og seks mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing, hann missir læknaloyvið fyribils og skal rinda endurgjald til allar kvinnurnar.

Sjey kvinnur skulu hava 10.000 krónur í part, ein fær 11.500 krónur, og ein onnur kvinna fær 23.000 krónur í endurgjaldi, sambært dóminum hjá Føroya rætti.

Dómurin verður kærdur, sigur Bjørn á Heygum, verji. Sambært verjanum metir kommunulæknin seg í fyrsta lagi vera ósekan, og í øðrum lagi metir hann dómin verða ov harðan. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342