- Tíðindi, mentan og ítróttur
Silvurmynturin og ringurin konserveraðir
Silvurmynturin og ringurin konserveraðir
Forngripirnir, sum er funnir á Velbastað, verða sýndir frami mai
05.01.2017 - 20:17
Bæði silvurmynturin og fingurringurin úr gyltum silvuri, ið vórðu funniri fornfrøðiliga útgrevstrinum á Velbastað í fjør summar, eru nú komnir aftur til Føroya.
Teir hava verið í Danmark, har teir eru konserveraðir.
Tá framsýningin hjá Fornminnissavninum í Hoyvík letur upp í mai, verða silvurmynturin og gylti silvurringurin sýndir fram har.
Meira kann lesast um gripirnar í blaðnum Frøði, sum júst er komið út.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV