- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu missa øll loyvi
Kunnu missa øll loyvi
Hollendingar hava veruliga valdið á reiðarínum Northwest Pelagic, og tí mælir Vørn til, at reiðaríið missir síni loyvi
05.12.2016 - 20:32
Northwest Pelagic kann verða fyrsta reiðaríið yvirhøvur, sum missir síni loyvi, tí útlendingar hava valdið á felagnum.
Fyri einum ári síðani vórðu tveir triðingar av reiðarínum seldir fyri tvær krónur. Men hesin handil var bara eitt eiti.
Tí hollendingar hava veruliga ræðið á felagnum, heldur Vørn, sum mælir til, at reiðaríið missir síni loyvi.
Northwest Pelagic hevur fingið freist til í næstu viku at svara Fiskimálaráðnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV