- Tíðindi, mentan og ítróttur
Video: Anita krevur borgarstjórasessin á Tvøroyri
Video: Anita krevur borgarstjórasessin á Tvøroyri
Anita Vibergsdóttir á Borgaralistanum ger av, hvør sleppur í samgongu. Hon krevur borgarstjórasessin afturfyri
08.11.2016 - 22:54
Bjarni Hammer og Kristin Michelsen skulu ikki vænta sær borgarstjórasessin á Tvøroyri.
Flokkarnir hjá teimum, Javnaðarflokkurin og Kommunulistin, hava fingið tríggjar sessir hvør.
Men tað er Borgaralistin við einum sessi, hann eigur Anita Vibergsdóttir, sum er avgerandi fyri, hvussu samgongan verður skipað.
Javnaðarflokkurin og Kommunulistin kunnu sjálvandi skipa samgongu, men tað er lítið sannlíkt.
Anita ger púra greitt, at hon krevur borgarstjórasessin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV