Video: Biltúrur gjøgnum Eysturoyartunnilin

Video: Biltúrur gjøgnum Eysturoyartunnilin
Tunnilsfelagið hevur framleitt ein nýggjan grafiskan biltúr gjøgnum tað, sum einaferð verður Eysturoyartunnilin
08.11.2016 - 18:29

Tunnilin fer sambært tunnilsfelagnum at stytta farleiðina millum Tórshavn og Runavík/Strendur úr 55 kilometrum niður í 17 kilometrar. Koyritíðin, sum nú er 64 minuttir, verður stytt niður í 16 minuttir. Úr Tórshavn til Klaksvíkar verður koyritíðin stytt úr 68 minuttum niður í 36 minuttir.

Tunnilin fer at knýta báðar síðurnar á Skálafjørðinum saman við tveimum tunlum til eina rundkoyring undir havbotninum á miðjum fjørðinum. Frá høvuðsvegnum í Rókini í Saltnesi oman til rundkoyringina er tunnilin 2,2 kilometrar langur, og teinurin frá Sjógv á Strondum til rundkoyringina er 1,7 kilometrar. Høvuðstunnilin millum Tórshavn og rundkoyringina er 7,5 kilometrar og kemur upp á Hvítanesi. Til tess at økja um trygdina er mesta hallið í tunlinum 5 prosent og lægsta punkt er 187 metrar undir havbotninum.

Jarðfrøðiligar forkanningar eru gjørdar, seismikkur á Tangafirði er skotin og greinaður, kjarnuboringar eru gjørdar á Kalbaksnesi og bæði á Skálafjørðinum og á Hvítanesi verður vegarbeiðið fyrireikað. So skjótt sum vegurin er klárur og projekteringin annars er liðug, verður sjálvt tunnilsarbeiðið boðið út.

Eftir ætlan verður byrjað at borað í 2016.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342