- Tíðindi, mentan og ítróttur
Serligt skipað miðnám
Serligt skipað miðnám
Tekniski skúli á Glasi bjóðar fyri fyrstu ferð eitt serliga skipað miðnám fyri ung við serligum avbjóðingum.
13.09.2016 - 19:45
Næmingarnir kunnu velja seg inn á ymiskar handverksbreytir, men tey fáa ikki eitt vanliga miðnámsprógv, tá tey eru liðug, tí tey skulu læra tað, tey megna at læra.
Nýggja breytin hevur sín fyrsta almenna skúladag í morgin.
Tað er Mentamálaráðið, sum hevur tikið stig til nýggja sernámið, sum eisini er á Kambsdali og á Tekniska skúla í Klaksvík.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV