- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísir aftur at sjúkligar eru í vanda
Samstundis sum trot er á yvirlæknum, eru ov fá størv normerað, og tað er ein av orsøkunum til, at tað er ringt at fáa fólk í yvirlæknastørv. Á eini deild eru t.d. trý størv normerað, men kanska bert ein ella tveir yvirlæknar í starvi, og tørvsmetingin sigur, at teir áttu at verið seks í tali.
Høvdu serlæknar uttanlands sæð, at ein deild hevði tey seks støvini normerað, t.v.s at játtan var til tey, hevði verið lættari at tikið støðu til at flyta til Føroya. Men nú eru í besta føri trý størv og kanska tvey eru mannaði, og tí eru starvsvánirnar hjá nýggja yvirlæknanum, at hann skal hava vakt annað ella triðja hvørt samdøgur. Vóru seks størv normerað vóru vónir fyri, at hann sum frá leið fór at hava vakt sætta hvørt samdøgur.
Tað er slíkt sum hetta, Sirið Stenberg, heilsumálaráðið og Løgtingið mugu taka støðu til, um endi skal fáast á serlæknatrotinum.
Sirð Stenberg var gestur hjá Boga Godtfred í Degi og Viku.