- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ostur úr føroyskari mjólk
Ostur úr føroyskari mjólk
Fyrstu ostarnir fara út í Koltur at ræsa
19.02.2016 - 19:59
Fyrsti osturin úr føroyskari mjólk varð framleiddur á Mjólkarvirkinum í dag, og har fara tey at gera tvey sløg av osti. Stóra avbjóðingin verður at seta rætta prísin á ostarnar, tí virkið kappast við stórar útlendskar ostaframleiðarar, sum fáa mjólkina nógv bíligari, sigur Hákun Steingrímsson, stjóri á MBM.
Mjólkarvirkið hevur orku at framleiða 200 kilo av osti um dagin, og stjórin roknar við, at fyrsti osturin verður í handlunum um einar tveir mánaðir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV