- Tíðindi, mentan og ítróttur
Video: Søgan um Merkið í Danmark endaði á BBC
Video: Søgan um Merkið í Danmark endaði á BBC
Søgan um, at danir skulu telja flaggstengur fyri at geva pláss fyri Merkinum hevur vakt ans í útlendsku miðlunum
23.01.2016 - 11:22
Søgan um, at danska stjórnin ynskir, at almennu stovnarnir skulu veitra við bæði Merkinum og grønlendska flagginum á flaggdøgunum, hevur fylgt nógv í donsku miðlunum.
Tað er ikki so nógv sjálv søgan, ið hevur vakt ans, men meiri hátturin, hon kom fram.
Tí fleiri undraðust um ársskiftið, tá boð komu úr danska fíggjarmálaráðnum, at allir almennu stovnarnir skulu telja, hvussu nógvar flaggstengur, teir høvdu uttanfyri.
Upptøkurnar hava vit fingið frá Danmarks Radio.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV