- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil fegin hava kapping
Vil fegin hava kapping
Henrik Old, landsstýrismaður, heldur, at útlendsk flogfeløg kanska fara at hava áhuga at gera leiguferðir til Føroya
07.01.2016 - 20:38
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum vil fegin hava fleiri flogfeløg at nýta floghavnina í Vágum.
Henrik Old ivast kortini í, um útlendsk flogfeløg fara at kappast við Atlantsflog um rutuflúgving, tí nú ber til at fáa bíligari ferðaseðlar við Atlantic, um tú bíleggur í góðari tíð.
Hann heldur, at ein møguleiki er, at útlendsk flogfeløg fara at hava áhuga fyri at fyri leiguferðir - charter - til Føroya.
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum var gestur í Degi og Viku í kvøld.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV