- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pengarnir verða brúktir skeivt
Pengarnir verða brúktir skeivt
Politikarar áttu heldur at betra um umstøðurnar á dagstovnunum, heldur enn at lækka barnaansingargjaldið, heldur Jógvan Philbrow
18.12.2015 - 19:40
Fleiri kommunur hava boðað frá, at barnaansingargjaldið lækkar. Men formaðurin í Pedagogfelagnum finst at.
- Vit skulu vera á varðhaldi, tá kommunurnar lokka við bíligari barnaasning, tí tað er so nógv annað, sum pengarnir kundu farið til á dagsstovnaøkinum, heldur hann.
- Tað sigst, at kommunurnar hava ikki ráð at hækka lønirnar hjá pedagogum nevnivert, men tað samsvarar ikki við tað, at tað ber til at lækka barnaansingargjaldið, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV