Hoydal: Uppskotið er ikki lýtaleyst

Hoydal: Uppskotið er ikki lýtaleyst
- Vit ætlaðu eitt øðrvísi uppskot, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum
15.12.2015 - 20:14

Høgni Hoydal fegnast kortini um, at uppskotið um uppboðssølu er komið í løgtingið.

- Tað hevði verið betur við einari størri nøgd fyri at fáa eina betur roynd, men hetta var tann semjan, vit komu til, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

 

Minni enn ætlað

Minni skal á uppboðssølu enn upprunaliga ætlað. 

10 túsund tons av makreli skulu á uppboðssølu, og ikki 15 túsund tons, sum upprunaliga ætlað.

25 túsund tons av svartkjafti skulu á uppboðssølu í mun til 40 túsund, sum ætlanin annars var.

Fimmtúsund tons av norðhavssild og trýtúsund tons av botnfiski í Barentshavinum skulu eisini á uppboðssølu, og tað er tað sama, sum upprunaliga ætlað.

Tað verður landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum ásetur í kunggerð, hvar keyptu kvoturnar kunnu veiðast, og hvørji botnfiskasløg í Barentshavinum verða boðin til sølu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344