- Tíðindi, mentan og ítróttur
Formaðurin atkvøddi skeivt
Formaðurin atkvøddi skeivt
Av misgáum atkvøddi Páll á Reynatúgvu fyri einum uppskoti frá minnilutanum í rættarnevndini
11.12.2015 - 20:32
Á nýggjárinum verður barnsburðarfarloyvið longt úr 38 vikum upp í 44 vikur. Tað samtykti løgtingið við aðru viðgerð í dag.
Samgongan ætlaði, at fýra vikur skuldu verða markaðar til pápan, sum ikki kunnu latast mammuni.
Men tað var av ongum, tí sjálvur løgtingsformaðurin atkvøddi ímóti.
- Tað var eitt mistak, sum verður rættað við triðju viðgerð, sigur Páll á Reynatúgvu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV