- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ískoytið til fátøk húski verður jólatrøll
Ískoytið til fátøk húski verður jólatrøll
Landsstýriskvinnan í almannamálum, sum áðrenn valið helt, at eitt serligt fátækraískoyti hevði bráskund, kann ikki lova nakað áðrenn jól.
06.11.2015 - 19:36
Í vár hevði tað bráskund, at familjur, ið liva undir fátækramarkinum, fingu eitt ískoyti, hildu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi.
Men nú somu flokkar hava sitið við valdinum í ein mánað, er onki uppskot komið. Og landsstýriskvinnan í Almannamálum torir ikki at lova, at húski, ið liva undir fátækramarkinum, fáa eitt serligt ískoyti áðrenn jól.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV