- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey flestu frætta tíðindi úr útvarpslurtinum
Bløðini eru farin langt aftur um útvarp, sjónvarp og internetið, tá føroyingar vilja frætta tíðindi.
Bara tvey prosent vilja ikki vera tíðindini í bløðunum fyri uttan.
Tað sigur ein kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Felagið Føroysk marknaðarfólk.
Kanningin sigur, at føroyingar brúka fyrst og fremst telduna og útvarpslurtið, tá tey vilja frætta tíðindi.
Sambært kanningini er portal.fo mest brúkti talgildi tíðindamiðilin í Føroyum, in.fo er nummar tvey, kvf.fo nummar trý og vp.fo nummar fýra.
Tá fólk vórðu spurd, hvussu tey fingu tíðindi, svaraðu 78 prosent útvarp, 76 prosent brúka telduna og 70 prosent sjónvarp. 47 prosent brúka fartelefonina og 44 prosent bløðini.
Fólk vórðu so eisini spurd, hvørji tíðindi, tey ikki kunnu liva fyri uttan. 34 prosent svaraðu teldan og 29 prosent útvarp. Og bara tvey prosent kunnu ikki vera tíðindini í bløðunum fyri uttan.
531 fólk vórðu spurd í kanningini, sum Gallup gjørdi fyri Felagið Føroysk marknaðarfólk. Kanningin varð gjørd í august.
Høgni Reistrup er cand,mag í miðlavísindum.