- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mentamálaráðið stóð ikki pisaroyndina
Mentamálaráðið stóð ikki pisaroyndina
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, harmast um, at royndirnar vórðu seinkaðar og at ein mátti avlýsast.
16.03.2015 - 19:34
Pisaroyndin, sum skuldi vera í Venjingarskúlanum í Havn, í skúlanum á Argjahamri og í skúlanum á Sandi í dag, var seinkað fýra og ein hálvan tíma, tí geymarnir frá Mentamálaráðnum riggaðu ikki.
Av teimum fýra pisa-royndunum, sum skuldu vera í dag, eydnaðist tað at hava tríggjar. Tað var í Kommunu-skúlanum, Venjingar-skúlanum og á Sandi. Royndin í skúlanum á Argjahamri er útsett til í morgin. Tá verða tilsamans seks royndir hildnar, mikudagin eru fimm royndir og hósdagin sjey. Tilsamans 700 næmingar skulu til pisa-roynd hesar dagarnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV