- Tíðindi, mentan og ítróttur
Støða skal takast í ár
Støða skal takast í ár
Best hevði verið, um peningastovnar og tað almenna høvdu felags talgilda skipan, sigur deildarstjórin á KT Landsins
05.03.2015 - 21:06
Í hesum árinum skal støða takast til, hvørja skipan tað almenna skal nýta til talgildu undirskriftina.
Tað sigur Nicolai Mohr Balle, deildarstjóri á KT Landsins.
Hann sigur, at best hevði verið, um peningastovnar og landið høvdu eina felags skipan, men eydnast tað ikki, verður roynt at finna eina loysn, so brúkarin sleppur undan at brúka fleiri loyniorð, tá hann skal inn á skipanirnar.
Nicolai Mohr Balle var gestur í sjónvarpsstovuni í Degi og Viku.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV