Meira undirvísing í føroyskum

Meira undirvísing í føroyskum
Ynskið hjá útlendingum í Klaksvík er at fáa meira undirvísing í máli og at kunna brúka útbúgvingina, teir koma við, í Føroyum.
06.02.2015 - 20:04

Klaksvíkar kommuna ætlar at orða ein útlendingapolitik. Størsta forðingin fyri góðari integratión eru vantandi møguleikar at læra málið.

Ynskið hjá nýføringum, sum Kringvarpið hevur tosað við, er í hvussu er meira málundirvísing, og at tey kunnu brúka sína útbúgving í Føroyum. Ein av teimum er Donabel á Kósini, úr Filipsoyggjunum, ið hevur búð í Klaksvík síðani 2003.

Tøl frá Hagstovuni vísa, at 104 fólk búgva í Norðoyggjum, sum eru fødd uttan fyri Norðurlond. Av teimum eru 43 úr Asia.

Fleiri pengar eru játtaðir til undirvísing í føroyskum í ár, og øllum stendur í boði 40 tímar um árið á kvøldskúla.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109