- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sleppa ongantíð undan streymsliti
Sleppa ongantíð undan streymsliti
Vandin fyri streymsliti er størri, tá SEV bæði skal tryggja streymveitingina og byggja út samstundis, sigur Hákun Djurhuus, stjóri
22.01.2015 - 20:34
SEV kann ongantíð tryggja, at tað ikki slepst undan streymsliti, men roynt verður av øllum alvi at fyribyrggja, at streymurin fer.
Tað sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, nú fýra streymslit hava verið longu í hesum árinum.
Hann sigur, at vandin fyri streymsliti er størri, tá SEV bæði skal tryggja streymveitingina og byggja út samstundis, sum dømi hava verið um seinastu dagarnar í Húsahaga og á Sundsverkinum.
Hákun Djurhuus var gestur í Degi og Viku.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV