Bjørn loysti fyrsta flagið til útbyggingina

Bjørn loysti fyrsta flagið til útbyggingina
Ein bygningur, sum skal hýsa redigeringshølum og tøkni, verður bygdur upp í Kringvarpshúsið
10.11.2014 - 14:55

Fyrrapartin loysti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fyrsta flagið til at byggja út Kringvarpshúsið í Sortudíki.

Norðanfyri verður ein bygningur, sum skal hýsa redigeringshølum og tøkni, og hann verður bygdur upp í Kringvarpshúsið.

Eftir ætlan fer fyrsta byggistig at kosta 8,4 milliónir krónur. Byggifelagið ÁTS hevði lægsta boðið, tá Landsverk bjóðaði arbeiðið út í vár. 

Henda útbyggingin verður væntandi liðug í august næsta ár.

Enn er ikki greitt,  nær farið verður at gera umsitingarhølini og nýggju forhøllina sunnanfyri. Tilboðini til framleiðsluhølini, umsitingarhølini og forhøllina vóru umleið fimm milliónir krónur hægri enn tað, Landsverk metti upprunaliga.

Síðani er skarvað av ætlanini, so hon verður mett at verða tvær milliónir bíligari. Enn er ikki greitt, um fígging fæst til henda partin av útbyggingarætlanini. 

 

Sí innslag, sum Lív E. Eidesgaard hevur gjørt til Dag og Viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV