Jørgen loysti fyrsta flagið

Jørgen loysti fyrsta flagið
Nýggja farleiðin til Viðareiðis verður liðug í fyrsta ársfjórðingi í 2017
24.06.2014 - 08:53

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum, loysti fyrsta flagið, tá farið varð undir arbeiðið at gera nýggja farleið til Viðareiðis . 

Umframt veg verður gjørdur tunnil, sum er slakar tveir kilometrar til longdar.

Viðingar fegnast um, at tunnilin kemur, tí gamla farleiðin er ikki trygg um veturin.

Gongst sum ætlað verður arbeiðið liðugt í fyrsta ársfjórðingi í 2017. Løgtingið hevur játtað 162 milliónir krónur til nýggju farleiðina til Viðareiðis. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035