- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Alment sett eiga at luttaka í samfelagskjakinum
<p>- Um alment sett starvsfólk við servitan velja ikki at úttala seg um viðurskifti, kemur týðandi vitan at mangla í samfelagskjakinum, heldur Hans Gammeltoft-Hansen.</p>
<p>Støðið á samfelagskjakinum verður lægri, um almenn starvsfólk við servitan velja ikki at stíga fram og geva sítt íkast og lyfta kjakið á eitt hægri støði, heldur hann.</p>
<p>Eitt av feløgunum, har limirnir tó aftra seg við at úttala seg alment um øki, har limirnir annars hava servitan innan økir, er Búskapar- og løgfrøðingafelagið</p>
<p>- Tað eru nakrir limir, ið ikki síggja tað sum ein part av sínum starvi at úttala seg alment, sigur formaðurin í Búskapar- og løgfrøðingafelagnum, Leivur Persson.</p>