- Tíðindi, mentan og ítróttur
VIDEO: Her verður Messias framført í myrkri eftir streymslit
- Tað var ein serlig uppliving at uppliva verkið soleiðis. Hetta havi eg ikki sæð áður, sigur Magnus Hansen. Hann sat á loftinum í Vesturkirkjuni, tá streymurin fór stutt fyri klokkan seks sunnukvøldið. Hann hevur eisini sjálvur verið við í framførsluni okkurt árið.
Sí videoupptøkuna omanfyri her
Framførslan av Messias hjá Händel í Vesturkirkjuni sunnudagin gjørdist ikki sum kórið og orkestrið ella áhoyrarnir í kirkjuni høvdu væntað - als ikki, tá saman um kom. Konsertina fara tey helst at minnast leingi.
Fartelefonir og kertuljós upplýstu nótarnar
Tá verkið Messias var komið umleið í helvt, fór streymurin í Vesturkirkjuni og tað gjørdist bølamyrkt í kirkjuni. Hóast streymslitið helt kirkjukonsertin fram eftir ein lítlan steðg, men við einum øðrum dámi í myrkaløgdu Vesturkirkjuni.
- Tað var ein avbjóðing hjá tónleikarum og sangarum, at framføra verkið í bølamyrkri. Fartelefonir og kertuljós vórðu brúkt, so kór og orkestur kundu síggja nótarnar, sigur Magnus Hansen, ið gjørdi videoupptøkuna her.
Presturin í kirkjuni helt fyri, at kirkjufólkið kundi syngja nakrar sálmar, meðan orkestrið og kórið fekk riggað til aftur. Kirkjufólkið sang tveir jólasálmar, og framførslan av Messias kundi halda fram - í ljósglæmunum frá fartelefonum og kertuljósum.