Tema: Føroyar og 3. heimurin (1:2)

bannari
Tema: Føroyar og 3. heimurin (1:2)
Kringvarpið hevur sett ljóskastaran á Afrika og á teir risastóru trupulleikar, flestu londini í Afrika hava at stríðast við. Vit viðgera avbjóðingar
16.04.2009 - 17:28

Kvøldið er sett saman av sendingum, innsløgum og práti í studio. Umframt útlendskt tilfar hava vit eisini nógv spennandi tilfar, sum vit sjálvi hava gjørt. Í studio práta vit við føroyingar, sum hava tikið lut í menningararbeiði í 3. Heiminum.

Vit tosa við føroyingar sum hava arbeitt sum sjálvboðin og eisini við fólk, sum hava arbeitt fyri stórar altjóða felagsskapir til dømis Danida. Vit varpa ljós á menningarhjálpina, sum Føroya Landsstýri, saman við ABC barnahjálpini, hevur veitt til skúlaverkætlanina í Monrovia, Liberia.

Kringvarpið var við, tá fólk frá Uttanríkisráðnum var á eftirlitsvitjan í Liberia fyri at vita, hvussu gongst við arbeiðinum at byggja ein skúla og fyri at vita, um peningurn verður nýttur eftir ætlan. Í sendingini hitta vit eisini eitt av børnunum, sum fer at ganga á føroyska skúlanum í Liberia, tá hann er liðugur.

Vit hava eisini verið í Ghana, har føroyskur peningur er latin í menningarhjálp. Í sendingini er eitt dupultportrett av einari 10 ára gamlari gentu í Ghana og einari javngamlari føroyskari gentu. Vit fylgja gentunum báðum ein púra vanligan gerandisdag og vísa, hvussu ymiskar lívsfortreytir genturnar hava.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859