Í myndum: Tunlarnir norður um Fjall lata upp

Síðst lastbilurin trokar seg inn í og ígjøgnum gomlu tunlarnar norður um Fjall, sum eru frá 1965 og 1967. 

Eitt útsýni, sum brátt er ein saga blot.

Fyrstu fólkini, ið fingu høvið at royna nýggju tunlarnar norður um Fjall, vóru rennarar. 

Tað er altíð ein serlig løta, tá ein nýggjur tunnil letur upp í Føroyum. Í hesum føri eru tað tveir, og tað skal avmyndast fyri eftirtíðina. 

Hesi trossaðu eisini kulda og kava og fóru pressandi gjøgnum báðar teir nýggju tunlarnar norður um Fjall.

Hýrurin er góður, hóast tað er kalt, sigst.

Klokkan 13.30 var hátíðarhald við bergholsmunnan Hvannasundsmegin. Klaksvíkar hornorkestur spælir, og fleiri røður verða hildnar.

Arbeiðsfólk hjá Landsverki skoða lidna verkið, áðrenn farið verður í holt við næsta tunnilin. 

Politiska skipanin var, sum ikki einaferð, sera væl umboðað í sambandi við eitt hátíðarhald fyri ein tunnil. 

Marjun Weihe Thomassen, stjóri í Landsverki, flytur fram røðu. 

Umboð fyri Klaksvíkar kommu vóru sjálvsagt eisini millum tey, ið vóru møtt fram til hátíðarhaldið. 

Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, flytur fram røðu. Hann vísti á, at nýggju tunlarnir norður um Fjall eru partur av einari størri ætlan um at javnseta allar borgarar í landinum, tá tað snýr seg um samferðslu. 

Jóannes Purkhús, prestur á Viðareiði, og konan. 

Katrin Næs, fráfarandi borgarstjóri í Hvannasundi, hevur um nakar stríðst fyri at fáa dagført tunlarnar norður um Fjall. Í dag fekk hon sín dreym uppfylta. 

Einki hátíðarhald norðanfyri uttan ótroyttiligu hornblásrarnar í Klaksvíkar hornorkestri. 

Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, flytur fram røðu. 

Nógv fólk kvóru samankomin til hátíðarhaldið, hóast tað var kalt og ráðligt í luftini. 

So verður snórurin til nýggju tunlarnar norður um Fjall kliptur ella rættari sagt skorin. 

Knívurin, ið var brúktur til at skera snórin, var gjørdur til serliga høvið. 

Nú er koyrandi gjøgnum nýggju tunlarnar norður um Fjall. 

Er kopiera