Sí myndirnar frá fólki: Nógvir skaðar kring landið

 Vindferðin kom upp í 60 m/s í ódnarveðrinum í gjárkvøldið og í nátt. 

Hetta sæst aftur á skaðamyndunum, sum fólk hava sent Kringvarpinum. 

Størst skaða hevur Marghøllin í Vági fingið. 


(Mynd: Jens Petur Brattalíð)


(Mynd: Jens Petur Brattalíð)


(Mynd: Jens Petur Brattalíð)

 

Í Leirvík hevur verið serliga ring ætt, og millum annað var ein bilur hjá MT Højgaard, sum stóð á kaiini, koppaður og lá á takinum. Tað var um reppið, at hann fór á sjógv. 


(Mynd: Ulrik Torby)


(Mynd: Shaz Absalonsen)

 

(Mynd: Kàri Mikkelsen)

 

Vindferðin í Leirvík hevur verið øgilig, tí sjálvt hesin lyktarsteyrin mátti boyggja seg. 


(Mynd: Hansa Hansen)

 

Og hesi lyktasteyrin í Norðragøtu noyddist eisini at lúta.

(Mynd: Kári Mikkelsen)

 

Á bryggjuni í Sørvági var ein trailari koppaður. 


(Mynd: Sjúrður Mouritzen Olsen)

 

Viðarlundin í Havn hevur enn einaferð fingið skaða. 


(Mynd: Fía Niclasen)


(Mynd: Vár Solbjerg Hansen)


(Mynd: Vár Solbjerg Hansen)


(Mynd: Vár Solbjerg Hansen)

 

Við Kongaminnið í Havn fór eitt gamalt krígsminni í ódnarveðrinum í nátt. 


(Mynd: Liljan Weihe)

 

Í Klaksvík vóru eisini nógvir skaðar. 

Hendan 40 føturs bingjan, ið vanliga sendur við kantsteinarnar undir lyktunum, hevði flutt seg fleiri metrar í einum. 


(Mynd: Ulrik Tornby)

Tjørupappið á hesari tekjuni var loysna. 


(Mynd: Erik Hvannastein)

 

Nýggi fótbóltsvøllurin í Klaksvík við reynnibreytina er loysnaður. 


(Mynd: Eyðun Thorgeirsson)

 

Á Millum Hjalla 1 í Klaksvík var klædningurin á einari síðu skræddur av. 


(Mynd: Ása Mørkøre)


(Mynd: Ása Mørkøre)
Er kopiera