- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Háspenningur í Norðurlandahúsinum
Høllin er stásilig, meðan nervarnar hjá nógvum valevnum í Norðurlandahúsinum er í ringum skørum.
Negl verða bitnar, meðan dúgliga verður roknað.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Eisini valserfrøðingurin og verturin máttu hava roknimaskinuna fram.
Sambandskvinnurnar vóru so glaðar til fólkatingsvalið, men eru eitt sindur meira muttar í kvøld. Flokkurin hevur eina afturgongd, áðrenn Havnin er liðugt upptald.
Framsókn hevur, áðrenn Havnin er upptald, eina lítla framgongd. Framsókn er ein høvuðsstaðarflokkur.
25 ára gamli Beinir Johannesen er og verður stóra stjørnuskotið í føroyskum politikki. Beinir bleiv blakaður út í leiklutin sum formaður í Fólkaflokkinum mitt í valstríðnum og hevur fótað bæði sær sjálvum og flokkinum.
Símun Gullaksen, formaður í Norðoya Fólkafloksfelag, noyðist at staðfesta, at Fólkaflokkurin hevur eina afturgongd upp á fimm prosentstig í Klaksvík. Brynhild Thomsen, journalistur, grunar saman við Símuni.
Tjóðveldi sær út til at lenda á sama atkvøðutali sum í 2019, og tað er ikki nøktandi, heldur Høgni Hoydal, formaður, tí flokkurin hevur sitið í andstøðu í fýra ár.
Nógvur útbúnaður skal til fyri at fáa løgtingsvalið út til Føroya fólk. Jóannes Hansen, valserfrøðingur, og Elin Winter Poulsen, vertur, eru um at drukna í tøkni.
Fyrrverandi skrivari og spunasmiðurin hjá Javnaðarflokkinum, Jóna Ólavsdóttir, hevur alla orsøk at brosa. Javnaðarflokkurin er greiður vinnari av løgtingsvalinum.
Tað verður nógv roknað og samanborið í Norðurlandahúsinum.
Løgtingsvalið 2022 er ein gýsari, tí tað ríður snarið, bæði samanlagt, men eisini innanhýsis í flokkum. Serliga Sjálvstýri hongur í einum klønum tráði.
Ruth Vang stendur til at blíva vald á løgting fyri fyrstu ferð, meðan tað sær eitt sindur svartari út hjá Sólvit Nólsø, ið skifti Fólkaflokkin út við Framsókn áðrenn valið.
|