Sí myndirnar: Lutakast um valdekningin í KVF

Valdekningurin í Kringvarpi Føroya er sera týðandi fyri valstríðið hjá flokkunum.

Tí er tað fastur táttur, at lutakast er um raðfylgjuna, sum flokkarnir sleppa framat í ymsu valsendingunum í útvarpinum og sjónvarpinum í Kringvarpi Føroya. 

Í sambandi við løgtingsvalið fer Kringvarpið at hava sendingarnar "Tingið" í útvarpinum og "Andgletturin" í sjónvarpinum. 

Harumframt verða valfundir kring landið. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, sum var upphavið til, at val varð útskrivað, var sjálvur møttur til lutakastið í Kringvarpinum í dag. 

Lutakastið er eisini eitt høvi hjá flokkunum at gera vart við okkurt, ið teir kanska eru misnøgdir við í ætlaða valdekninginum hjá Kringvarpinum. 

Lasse Klein, ið er skrivari hjá Sjálvstýrinum, hevur sæð og hoyrt tað mesta. Lasse Klein stillaði fyrstu ferð upp fyri Sjálvstýrisflokkin í 1980. 

Flokkarnir stremba allatíðina fyri, at so nógv valevni sum gjørligt sleppa framat í valsendingunum hjá Kringvarpi Føroya. Formenninir hava eisini eina innanhýsis kabal, ið skal ganga upp.

Poul Clementsen, ið var ein av stovnarunum av Framsókn, umboðaði Framsókn í sambandi við lutakastið. 

Fólkaflokkurin hevur fingið nógvar brotasjógvar oman yvir seg seinastu tíðina, men flokkurin stendur enn. Tað var Hanus Samró, ið umboðaði flokkin í dag. 

So hava allir flokkar fingið sagt sítt um ætlaða valdekningin í Kringvarpinum, og Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, er klárur at draga. 

Og tó. Okkurt lítið skuldi útgreinast fyrst. 

Tað ráddi um at hava tunguna mitt í munninum. Stemningurin var annars góður millum umboðini fyri flokkarnar, og tey tóktust klár til valstríðið. 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, helt skemtandi fyri, at skráin fyri valdekningin í Kringvarpinum mátti samankoyrast við skránna fyri mest áhugaverdu dystirnar í HM í fótbólti. Serliga dysturin millum Wales og Ongland skuldi síggjast. 

Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, fylgir neyvt við øllum, ið rørir seg, og hann hevði nøkur ting, sum hann vildi hava upp á pláss, áðrenn Georg L. Petersen loksins slapp at draga. 

So bleiv drigið. 

 

Raðfylgjan

Dagfesti Tingið (útvarp) Andgletturin (sjónvarp)
21. nov. (mán.) Sjálvstýri  
22. nov. (týs.) (Veljarafundur) Framsókn
23. nov. (mik.) Javnaðarflokkurin (Veljarafundur)
24. nov. (hós.) (Veljarafundur) Miðflokkurin
25. nov. (frí.) Fólkaflokkurin Tjóðveldi
26. nov. (ley.)    
27. nov. (sun.)   (Veljarafundur)
28. nov. (mán.) Sambandsflokkurin Sambandsflokkurin
29. nov. (týs.) (Veljarafundur) Fólkaflokkurin
30. nov. (mik.) Tjóðveldi  
01. des. (hós.) (Veljarafundur) Javnaðarflokkurin
02. des. (frí.) Miðflokkurin Sjálvstýri
03. des. (ley.)    
04. des. (sun.)    
05. des. (mán.) (Veljarafundur)  
06. des. (týs.) Framsókn (Veljarafundur)
07. des. (mik.)    
08. des. (hós.) LØGTINGSVAL LØGTINGSVAL

 

20221115_NET_LUTAKAST_LOGTINGSVAL

 

Er kopiera