Myndareportasja: Tórshavnar Big Band í studio

Í 2020 skipaði Tórshavnar Big Band fyri einari verkakapping fyri at stimbra føroyskan tónleik og føroyska tónleikaframleiðslu.

Átta verk komu inn til kappingina, og í vikuni blivu tey upptikin í Hátúni í Tórshavnar musikkskúla í sambandi við, at Tórshavnar Big Band hesa vikuna hátíðarheldur sín 50 ára stovningardag. 

 

Myndir:  © Bjarni Árting Rubeksen

Verkið "Buksurnar á", sum Magnus Johannessen, tónaskald, og Dania O. Tausen, rithøvundur, hava skrivað, vann fyrstu virðisløn í verkakappingini. 

Torleik Mortensen leggur botnin í Tórshavnar Big band við sínum bassi. 

Tróndur Herason Olsen spælir bæði trompet og flügelhorn í Tórshavnar Big Band. 

Kyran Matthews stjórnar Tórshavnar Big Band.

Eirikur Skála, ið spælir saxofon í Tórshavnar Big Band, er ein av stigtakarunum í orkestrinum. 

Í einum Big Bandi eru fimm saxofonir, fýra trompetir, fýra trombonir, gittari, klaver, bassur og trummur. 

Finnur Hansen hevur staðið fyri upptøkunum í Hátúni, og tá ið so nógvir tónleikarar skulu takast upp, ræður um at halda tunguna mitt í munninum. 

Olvheðin Jacobsen legði ein vegleiðandi sang til upptøkurnar av teimum átta verkunum, sum øll eru við sangi. 

Tórshavnar Big Band er mannað við okkara fremstu og royndastu tónleikarum. Her er tað Rógvi á Rógvu á trummunum. 

Atli Petersen er ein av fýra trombonspælarum í Tórshavnar Big Band, har tann eina er ein basstrombon. 

Nærlagnið er stórt, meðan Kyran Matthews leiðir orkestrið gjøgnum upptøkurnar. 

Magnus Johannessen, klaver, og Torleik Mortensen, bass.

Millumgongin inn í Hátún bleiv brúkt sum sangboks til Olvheðin Jacobsen. 

Jens Knudsen á basstrombon

Teir fýra trompet- og flugelhornspælararnir í Tórshavnar Big Band eru frá vinstru: Kenneth Jones, Johan Hentze, Ólavur Olsen og Tróndur Herason Olsen.

Magnus Johannessen á klaverinum. 

Kyran Matthews, orkesturleiðari.

Magnus Johannessen, tónaskald, hevur skrivað tvey av verkunum, sum vóru upptikin í Hátúni, saman við Daniu O. Tausen. "Buksurnar á", sum vann fyrstu virðisløn, og so "Tornarunnir tankar". 

Tórshavnar Big Band hátíðarheldur sín 50 ára stovningardag við konsert í Norðurlandahúsinum í morgin, leygardagin 15. oktober, klokkan 19.30. 

Á skránni verður føroyskur tónleikur, ið er skrivaður til orkestrið gjøgnum árini, men eisini nakað av tí tónleiki, sum var at hoyra til fyrstu konsertina í 1972.

 

Um Tórshavnar Big Band

Tórshavnar Big Band, sum var fyrsta Big Band í Føroyum, varð stovnað í 1972 av Brandi Øssurson.

Tað hendi í sambandi við, at Havnar hornorkestur skipaði fyri einum innsavningartiltaki fyri at fíggja virksemið hjá hornorkestrinum. 

Í 1972 víðkaði Havnar hornorkestur innsavningartiltakið, sum annars hevði fevnt um tombola og eydnuhjól, til eisini at fevna um eitt dansikvøld. Til endamálið skuldi eitt dansiorkestur mannast, og tað orkestrið bleiv til Tórshavnar Big Band. 

Tórshavnar Big Band var frá 1977 til 1979 húsaorkestur í V4-sendingunum í Kringvarpi Føroya, ið vóru sendar beinleiðis úr Auluni á Føroya Læraraskúla. 

Tá ið Skansastova í 1988  bleiv tikið í nýtslu sum undirvísingarstað fyri rútmiska tónleikin hjá Tórshavnar Musikkskúla, bleiv Skansastova nýggi heimstaðurin hjá Tórshavnar Big Band.

Tey árini Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festivalur varð fyriskipaður (1984-2003), bleiv Tórshavnar Big Band sera virkið. Ofta framførdi orkestrið við egnari skrá ella sum orkestur hjá útlendskum solistum, sum vitjaðu festivalin. 

Nakrir av solistunum og dirigentum, ið Tórshavnar Big Band hevur spælt saman við, eru Dirch Passer, Tor Ytredal, Jens Klyver, Eero Koivistoinen, Jesper Thilo, Butch Lacy, Bjarne Tanning, John Højbye og aðrir.

Tórshavnar Big Band hevur gjøgnum árini virkað undir fleiri nøvnum eitt nú Jazzarnir, Tor Ytredal Big Band, Jaspis, Stórbandittarnir og Skansa Big Bandið. 

 

Aftast frá vinstru: Anfinnur Debess (kontrabass), Hákun Poulsen (trombone), Kári Poulsen (trombone) og Brynjar Mikkelsen (trombone). Fremst: Karl Mortensen (tenorsaxofon), Regin í Stórustovu (tenorsaxofon), Jákup Thomsen (tenorsaxofon), Brandur Øssursson (tenorsaxofon), Magnus Jacobsen (altsaxofon), Eyðbjørn Olsen (trompet), Helgi Debess (trompet), Jákup Lut Joensen (gittar), Tryggvi Restorff (trummur) og Andrias Restorff (klaver).

 

>>Tórshavnar Big Band á Facebook

 

 

Er kopiera