Sí myndirnar: Flaggið á Ólavi komið heim

Í dag kom flaggið av vrakinum av farmaskipinum Ólavi Gregersen, sum sigldi á Flesjarnar og sakk í 1984, heim.

Heim til Útiguttastovu í Syðrugøtu, har Ólavur Gregersen, sáli, sum skipið er uppkallað eftir, búði. 

Bogi Krossteig, kavari, ið fann flaggið, valdi í dag at lata soni Ólavi Gregersen, sála, ið eisini eitur Ólavur, og býr í bardómsheiminum, flaggið. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Tað var í dýrdarveðrinum sunnudagin 31. oktober, at Bogi Krossteig brádliga varnaðist flaggið, tá hann kavaði niður á vrakið av Ólavi Gregersen.

Pápi Ólav Gregersen bílegði farmaskipið, men andaðist, áðrenn tað var liðugt. Tí hevur skipið Ólavur Gregersen, og søga tess, ein heilt serligan týdning fyri Gregersen-familjuna í Syðrugøtu.

Ein krókur í kjallaranum í Útiguttastovu í Syðrugøtu er halgaður Ólavi Gregersen, og har stendur frammanundan klokkan av skipinum, og har fer Merkið eisini at hanga. 

Tað var ein kensluborin løta fyri Ólav Gregersen, tá hann rullaði Merkið av vrakinum av Ólavi Gregersen út. Merkið hevur ligið á havsins botni í 37 ár. Ólavur helt, at tað tænti Boga Krossteig til miklan sóma, at hann hevði játtað at lata Gregersen-familjuni flaggið.

Flaggið er í sjáldsama góðum standi, tá hugsað verður um, at tað hevur ligið í sjónum síðani januar 1984, tá Ólavur Gregersen sigldi á Flesjarnar og sakk.

Ólavur Gregersen, sáli, bílegði farmaskipið, ið seinni bleiv kallað upp eftir sær. Hann andaðist í 1980, áðrenn skipið stóð liðugt á Skála skipasmiðju í 1982.

Ein nýggjur Ólavur Gregersen varð bygdur eftir at tann gamli sakk. Hesin eigur eisini heiðurspláss í Útiguttastovu í Syðrugøtu.

Katrin Ingolfsdóttir Gregersen, kona Ólav Gregersen, avmyndar serligu løtuna, tá flaggið kom heim. 

Er kopiera