- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndareportasja: Fyrsti skúladagur á Fløtum
So byrjaðu skúlarnir aftur.
765 næmingar hava havt fyrsta skúladag í dag.
Av teimum 765 børnunum, sum eru innskrivað at byrja í 1. flokki, fara 725 at ganga í kommununalum fólkaskúla, og 40 byrja í frískúla.
Tann skúlin, sum hevur flestar næmingar inn í 1. flokki, er Skúlin á Fløtum í Havn. Har eru 92 børn innskrivað at byrja í 1. flokki.
Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík hevur 74 børn í fyrsta flokki í ár, og Skúlin á Argjahamri, Santa Frans skúli í Havn og Runavíkar skúli hava ávikavist 50, 48 og 47 næmingar.
Sí myndir av fyrsta skúladegi í Skúlanum á Fløtum í dag.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Trýst á myndina og hon verður størri
Hoyr samrøðu, sum Jógvan Skeel Nolsøe gjørdi við næmingar í fyrsta flokki á Fløtum, í útvarpstíðindunum.
|