Myndarøð: Mótmælistiltak á Vaglinum

Klokkan 14 leygardagin varð skipað fyri mótmælistiltaki á Vaglinum í Havn. Stigtakarar til mótmælistiltakið vóru 32 fakfeløg á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Feløgini heittu á fólk at møta til mótmælistiltakið, tí politiska støðan í løtuni er ørkymlandi, og fólkaræðið stendur fyri falli, sum feløgini orðaðu seg undan tiltakinum.

Her eru nakrar myndir, vit hava fingið sendandi frá fólki, ið vóru til mótmælistiltakið á Vaglinum seinnapartin leygardagin.

Hevur tú eisini eina mynd frá mótmælistiltakinum? Send hana til netvarp@kvf.fo, so verður hon løgd afturat savninum her.

Jonhard Mikkelsen, ein av røðarunum á mótmælistiltakinum á Vaglinum (lesaramynd)
Sólin skein, tá mótmælistiltakið byrjaði seinnapartin leygardagin (lesaramynd)
Eisini á Tinghúsvøllinum stóð fitt av fólki (lesaramynd)
...og oman móti Gamla Bókhandli (lesaramynd)
Stigtakarnir høvdu neyvan kunna ynskt sær betri veður til tiltakið (lesaramynd)
Eisini fólk, ið vóru møtt, tyktust nøgd við veðrið (lesaramynd)
Seks ymiskir røðarar fluttu fram røður á mótmælistiltakinum á Vaglinum (lesaramynd)
Onkur røðari fekk eisini smílið fram hjá fólki, ið vóru møtt til tiltakið (lesaramynd)
Mótmælisfólk savnaði á økinum millum býráðssalin og kommunuskrivstovuna (lesaramynd)
Mótmælistiltakið byrjaði við góðum veðri, men móti endanum fór at regna (lesaramynd)
Fyri onkran gjørdist løtan heldur drúgv (lesaramynd)
Allar talurnar á mótmælistiltakinum vórðu deyvatulkaðar (lesaramynd)
Áhoyrarar savnaðir framman fyri røðarapallin, ið varð settur upp framman fyri kommunuskrivstovuna á Vaglinum (lesaramynd)
Er kopiera