- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útheimurin
Michael Cohen, sum var persónligur advokatur hjá Trump, vitnaði í gjár um, at Trump gav sær boð um at bróta lógina undir forsetavalstríðnum í 2016.
The New York Times skrivar, at Michael Cohen, sum hevur verið persónligur advokatur hjá Donaldi Trump, játtaði seg sekan í fleiri lógarbrotum.
Summarið í Íslandi hevur verið so vátt, at íslendska málaravinnan gevur ilt av sær.
Frans Pávi vil, at katólska kirkjan viðgongur sínar syndir og brýtur niður ta herviligu mentan, sum hevur verið viðvíkjandi barnamisnýtslu.
Maðurin, sum í morgun leyp á fleiri løgreglufólk á eini katalanskari løgreglustøð í Barcelona, er helst úr Algir, sigur løgreglan nú.
Ein kanning hevur víst, at harðligir fangar í roynd og veru hava havt ræði á starvsfólkunum í privata fongslingum. Nú tekur stjórnin yvir.
Turkiski forsetin, Recep Tayip Erdogan, sigur, at gjaldoyrakreppan, sum í løtuni er í Turkalandi, er eitt álop á landið og búskapin.
Løgreglan í Barcelona hevur dripið ein mann, sum leyp á løgreglufólkini á eini politistøð við knívi klokkan 6 í morgun.
Brasilia sendir nú eyka løgreglulið og herdeildir til býin Pacaraima við markið til Venezuela, har tilflytaralegur hava verið fyri álopum.