- Tíðindi, mentan og ítróttur
Matur
- Vit eta við kenslum og duga ikki nóg væl at merkja, nær vit veruliga eru mett. Tí endar tað ofta við ováti, sigur vana- og ovátsvegleiðari
Lokomotivið í framburðinum innan føroysku matstovuvinnuna, KOKS, skal hava nýggjan tokførara, tí stjørnukokkurin Poul Andrias Ziska gevst og letur upp egna matstovu í Havn
Etur tú eftir almennu kostráðunum og gert flestu máltíðirnar heima við hús, eigur tú ikki at ræðast ovurvirkaðar matvørur, sigur matvøruverkfrøðingur
Vilt tú hava íblástur til nýggjar jólasmákøkur, er avgørt vert at royna hesar frá Ranvá Knudsen og Dreymakøkum
Rune Helgeland úr Norra vann kokkakappingina, har evnaríkir ungir kokkar úr teimum fýra NORA-londunum: Íslandi, Grønlandi, Føroyum og Noregi í gjár dystaðust í Reykjavík
- Við smáum tillagingum kunnu gerandisrættirnir blíva meira spennandi og enntá heilsubetri, sigur Elsa Sandberg Nielsen, føðslufrøðingur.
Vilt tú vita, hvat tað er, tú etur, tá tú fært ein góðan føroyskan bita, ber til at fara inn á hfs.fo og leita í føðslutalvuni
Soleiðis gjørdi kokkurin Jákup Sumberg, tá hann borðreiddi ein suðurlendskan rætt við uggum í Mett fyri Minni.