- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj mótmæli í Ísrael
Talan er um 19 ára gomlu herkvinnuna Liri Elbag, sum í videoupptøkuni heitir á ísraelska forsætisráðharran Benjamin Netanyahu um at gera meira fyri at fáa hana og hinar gíslarnar heim aftur.
Tað sama gera tey fleiri túsund, sum fóru út á gøturnar í ísraelskum býum í gjárkvøldið, skrivar Times of Israel.
– Eg eri bara 19 ára gomul og havi alt lívið framman fyri mær, men nú er alt lív mítt sett á pausu, sigur Liri Elbag í videoupptøkuni, har hon eisini staðfestir, at hon nú hevur verið gísli hjá Hamas í 450 dagar
Taka samráðingar uppaftur
Sambært AFP váttaði Ísrael í gjárkvøldið, at samráðingarnar við Hamas um at lata gíslar leysar eru tiknar upp aftur í Katar.
Ísrael og Hamas hava í seinastuni skuldsett hvørt annað fyri at seinka samráðingunum.