- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjórin í FT Samskifti: Væl nøgdur við 5G-netið
Áðrenn 5G-netið varð tikið í brúk varð tosað um, at nýggja netið hevði nógv hægri ferð og uppá allar mátar var betri enn tað gamla.
Men tað var ikki júst kenslan, sum nógvir brúkarar høvdu beint eftir, at netið varð tikið í brúk.
Tað viðurkennir Símun Skaalum, stjórin í FT Samskifti.
Beint eftir, at netið varð tikið í brúk fekk Føroya Tele nógvar feilmeldingar viðvíkjandi 5G-netinum.
4G-netið var gott
Símun Skaalum viðurkennir, at brúkarar hava følt nýggja netið sum eitt verri net í byrjanini, men orsøkin er, sigur hann, at gamla netið var fínjusterað yvir fleiri ár og tí var blivið eitt gott net.
Men tað var neyðugt at skifta, sigur stjórin í FT Samskifti.
Símun Skallum leggur tó dent á, at líka so væl sum tað gamla netið var eitt livandi net, so er nýggja netið eisini eitt livandi net, sum skal fínstillast.
Og sjálvt um hann harmast um, at tað eru byrjunartrupulleikar, so er Símun Skaalum sannførdur um, at nýggja netið er eitt gott net.