Granskari: Havhestur, rita og kjógvi kunnu doyggja út í Føroyum

Granskari: Havhestur, rita og kjógvi kunnu doyggja út í Føroyum
"Verður veiðibann ikki alt fyri eitt sett fyri havhest, ritu og kjógva, er vandi fyri, at hesi trý fuglasløgini doyggja út í Føroyum, sigur Sjúrður Hammer, granskari
Havhesturin kann var útdeyður í Føroyum um 20 ár, um veiðibann ikki verður sett á hann, sigur granskari
Mynd: úr Spískamarinum  
 
16.12.2024 - 12:13

Sjúrður Hammer, adjungeraður granskari á Setrinum er sera stúrin, nú hann saman við royndu fuglafrøðingunum Ivani Olsen, Jesper Sonne og Lars Dinesen hevur gjørt og útgivið nýggja kanning av sjó- og heimafuglastovnunum í Skúgvoy.

"Fyrisitingin av okkara sjófugli hevur verið vanlukkulig," staðfestir Sjúrður Hammer, granskari.

"Tað er mín hugsan, at veiðibann í stundini eigur at setast fyri havhest, ritu og kjógva. Stovnarnir eru minkaðir við ávikavist 89, 87 og 84 prosentum seinastu 20 árini, so við hesi ferðini er stórur vandi fyri, at hesi trý fuglasløgini doyggja út í Føroyum næstu 20 árini," útgreinar hann.   

 

Neyðugt við støðugum fuglateljingum

Sjúrður Hammer, granskari, ger vart við, at afturgongdin í sjófuglastovnunum í høvuðsheitum stendst av føðslutroti, so er eitt stórt "men".

"Tí tað er merkisvert, at tann einasti sjófuglurin, sum ikki gongur ógvusliga aftur, er teistin, sum samstundis er tann einasti sjófuglurin, ið ikki er loyvt av veiða," sigur granskarin.

Fuglateljingar hava verið gjørdar umleið 20. hvørt ár í Skúgvoy eftir føstum leisti, og tær byggja á teljing, sum Anders Holm Joensen gjørdi í 1961, á landsteljingina í 1981, sum Dorete Bloch samskipaði, og eisini á sjófuglateljingina, sum Jan Dyck og Hans Meltofte løgdu fyri við í 1972.   

Greinin um nýggju kanningina endar við at leggja dent á týdningin av støðugt at hava slíkar teljingar, tí tað forðar fyri, at vit ikki varnast broytingar, sum henda so líðandi yvir longri tíðarskeið.

 

>>Les greinina HER.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Sunnudag 15. desember
Andakt við Lis Samuelsen
185142
Sunnudag 15. desember
Møti úr Betania í Porkeri
185140
Fríggjadag 13. desember
Veðrið
185092
Fríggjadag 13. desember
Lutakast til HM-undankappingina í fótbólti
185071